2020-11-23 20:20

Orsakað av covid-19 verður ikki skipað fyri aftur vendandi tiltakinum hjá Føroya Sjómannadegi í desember, tá jólaskipið kemur á vágna og ársins rósa verður latin.
Hesum boða fyrireikararnir frá á Norðlýsinum í dag.
Í 2019 fingu børnini 1500 jólapakkar frá tiltakinum, so mett verður at 2000 fólk vóru tiltakið.
- Hetta er ov stór nøgd hjá okkum at halda skil á um vit skulu halda okkum til almennu tilráðingarnar. Tí hava vit gjørt av at avlýsa tiltøkini í ár, siga fyrireikararnir.
- Vit vóna at koma sterkt aftur í komandi ári, sigur Føroya Sjómannadagur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald