Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum fer nú at raka og ganga útyvir nógv fólk og nógvar tænastur.
Eisini IRF verður rakt. Felagið skrivar í stuttari fráboðan seinnapartin, at eingin innsavning verður frá í morgin, mikudegnum 15. mai.
- Hetta er galdandi fyri innsavning av burturkasti frá húskjum, vinnu og endurvinningarplássum. Eisini steðgar øll innsavning av rottangaevju, spillolju og oljudálkaðum vatni.
Harvið verður tað skjótt, at rusk hópar seg upp hjá húsarhaldum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald