2022-12-30 09:06

Teistin fekk á fyrsta túrinum í morgun tekniskar trupulleikar, sum gera, at tað ikki er ráðiligt at sigla í løtuni.
Strandferðslan upplýsir á heimasíðuni, at eingin sigling er á sandoyarleiðini fyribils, og kunnað verður sum skjótast, nær siglingin verður tikin upp aftur.
Sagt verður, at fleiri ferðafólk spyrja, um tað ikki er møguligt at seta Hasfjord í sigling. Tað er ikki ein møguleiki, tí Hasfjord skal brúka ferjuliguna, har Teistin liggur á Gomlurætt, og manning frá Hasfjord má suður við Teistanum áðrenn Hasfjord kann starta upp.
Hasfjord liggur í Skopun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald