Innanlands

Eingin sigling til Svínoyar og Fugloyar í løtuni

Orsøkin er, at Ritan hevur fingið skaða á skrúvuna, og enn er ikki greitt nær siglingin til hesar oyggjar verður tikin upp aftur

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-26 19:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ritan hevur fingið skaða á skrúvuna, og orsakað av hesum, er eingin sigling til Svínoyar og Fugloyar í løtuni. Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðu sínari í dag.

Enn hevur Strandferðslan ikki upplýst, nær siglingin verður tikin upp aftur, men meira kunning verður tøk seinni, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder