Innanlands

Eingin slingur í valsinum

Løgtingsfólk eru serliga samd á seinasta degnum áðrenn summarfrítíðina

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-05-03 14:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Næsti løgtingsfundurin í dag varð settur beint eftir kl. 14 og tað gongur sera skjótt fyri seg.

Fimm mál vóru til triðju viðgerð og skuldu tí endaliga atkvøðast fyri. Talan var um løgtingslógir um Virkisskrá, talgildan samleika, havnaloðsing og tvær eykajáttanarlógir fyri mars.

Øll málini vóru samtykt við einum samdum løgtingið. 33 atkvøður vóru fyri øllum málunum, eingin blonk og eingin ímóti.

Síðani kundi farast víðari við 2. viðgerð av fýra málum.

Løgtingið atkvøddi fyri at víkja frá tíðarfreistum fyri at fáa hesi mál á skrá til triðju og aðru viðgerðir. Alt bendir á at løgtingið víkir frá tíðarfreistunum enn eina ferð, so at málini til aðru viðgerð kunnu koma til triðju viðgerð í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder