Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, spyr í grein 52 fyrispurningi landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Sirið Stenberg, um Klaksvíkar Sjúkrahús.
Fyrst í januar mánað í 2019 frættist í miðlunum, at stjórinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í gjøgnum 35 ár hevði vent sær til landsstýrismannin í heilsu- og innlendismálum og biðið hendan um at loysa seg úr starvi sínum til várs.
Síðani hevur ikki verið nógv at hoyrt um hetta, og nú spyr tingmaðurin millum annað um søkt hevur verið eftir nýggjum stjóra, og um ikki, nær landsstýriskvinnan ætlar at søkja eftir nýggjum stjóra til sjúkrahúsið.
(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Eisini vil Jákup Mikkelsen hava at vita um Sirið Stenberg hevur svarað núverandi stjóranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi upp á umbøn hansara um at vera loystur úr starvi.
Hann spyr eisini um viðurskifti tá nýggjur stjóri skal taka við, soleiðis at ein ávís “yvirlevering” kan vera framd.
At stjórin í Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevði biðið um at vera loystur úr starvi hendi hálvtannað ár eftir, at landsstýrismaðurin annars í tíðindaskrivi, við yvirskriftini ”Sjúkrahúsverkið verður nú skipað sum ein organisatión”, greiddi frá, at føroyska sjúkrahúsverkið nú skuldi virka sum ein eind, og at hon hevði tikið avgerð um, at tað framyvir skuldi vera ein leiðsla fyri alt tað føroyska sjúkhúsverkið, og at sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið skuldi verða forstjóri fyri alt, sigur Jákup Mikkelsen í viðmerkingunum.
- Síðani tá hava fólk í Klaksvík og norðoyggjum sum heild kent seg ótrygg við viðurskiftini og leiðslustrukturin, tí eingin ordiliga veit, hvar veruliga valdið yvir Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum heild liggur, og nú stjóraviðurskifti á sama hátt liggja ósvaraði, verða omanfyristandandi spurningar hervið settir landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald