placeholder
Innanlands

Eini 30 hvalir lagt beinini í Leynum

Hvalirnir vóru dripnir, og ikki merktir sum tað annars ljóðaði fyrr í kvøld

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-06-23 22:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað eftir klokkan 22 í kvøld løgdu eini 30 hvalir beinini á Leynasandi. Ætlanin var, at hvalirnir skuldu merkjast, og síðani setast út aftur.

Fólk frá Søvnum Landsins vóru eisini komin á Leynasand í kvøld men feilur í samskiftinum gjørdi, tað ikki eydnaðist.

Men drápið gekk væl, og eftir heilt fáar minuttir vóru allir hvalirnir dripnir. teir verða nú sleipaðir til Kvívíkar.

Helst verður býtt í drápspartar, og seðlarnir koma út klokkan 8 í morgin árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder