Innanlands

Einki alment enn um kanningina av Rigmor Dam

Um eina til tvær vikur er greitt hvør advokatur fer at gera kanningina

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-01-17 18:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður fer at seta eina kanning í verk um embætisførsluna hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, í málinum um meirnýtslu á Glasi.

- Nú verður ein advokatkanning sett í verk um lóg um ábyrgd landsstýrismanna er brotin í samband við málkið um Glasir. Æltanin er at finna ein skikkaðan advokat at standa fyri kanningini. Arbeiðssetningurin er orðaður, og væntandi tekur tað eina til tvær vikur at fáa greiði á hvør fer at gera kanningina, segði løgmaður í gjár.

Men enn ber ikki til at fáa at vita, hvør arbeiðssetningurin og hvørjar spurningar ein advokatur skal svara einari kanning. Kringvarpið hevur biðið um innlit, men hevur fingið noktandi svar.

- Arbeiðssetningurin og tilnevningin av advokati at kanna, er ikki komin so langt, at ein arbeiðssetningur er so endaligur at hann er greiður at journalisera, sigur Sjúrður Rasmusen, evsti løgfrøðiligi ráðgevi hjá løgmanni, við Kringvarpið.

Landsstýrismálanevndin staðfesti á fundi í gjár, at hon ikki ger meira við málið um Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder