
Framsókn út og Miðflokkurin inn.
Søgurnar um hesa møguligu útskiftingina í samgonguni gingu stutt fyri ólavsøku, og var tað dimma.fo, sum fyrst bar hesi tíðindini.
Les eisini: Framsókn kann verða tveitt úr samgonguni
Forfólkini í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi hava víst hesum aftur, og Jenis av Rana (H) og Ruth Vang (F) vilja ikki gera viðmerkingar til málið.
Portalurin hevur tó fingið váttað tíðindini um, at samband hevur verið millum partarnar. Hetta frá fleiri góðum keldum.
Sum skilst hugdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi uppá støðuna, og var samskifti við Miðflokkin.
Skinklut samstarv
Stevið í samgonguni hevur verið heldur ivasamt. Seinastu tíðina hevur tað serliga verið millum partar av Javnaðarflokkinum og Framsók, og hetta prógvaði aðalorðaskifti um ólavsøkurøðu løgmans eisini.
Tá segði Bjarni Hammer, at samstarvið við Framsókn er "sum ein oyðimarkargongd", og at "tað var ein vanlukka ikki at sleppa av við samstarvsflokkin fyri ólavsøku". Onnur Javnaðartingfólk hartaðu síðani Bjarna Hammer á tingsins røðarapalli, men skaðin var gjørdur.
Sólvit Nolsøe, ið nú fer úr samgonguni, Framsókn og politikki sum heild, segði seg skilja tað sum um, at "tað kanska ikki fór at vera nøkur samgonga til orðaskifti"
Tað er millum annað Suðuroyartunnil og ymsikar sosialar ábøtur einumegin og fíggjarligt haldføri hinumegin.
Sum Dimma vísti á, so kundi tað tykst at verið lættari hjá serliga Javnaðarflokkinum at samstarva við Miðflokkinum, sum júst hevur víst á, at samgongan hevur dumpað á sosiala økinum og innanfyri at bøta um ymiskt í gerandisdegnum. Hetta er nakað, sum Javnaðarflokkurin hevur sett sær fyri at arbeiða fyri restina av valskeiðnum.
Løgtingið kom saman aftur ólavsøkudag. Nógvir spurningar og stór mál eru undan tí á pappírinum seinastu heilu tingsetuni hjá hesari samgonguni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Javnaðarflokkurin er heldur kroystur uppá síni mongu lyftir, og sum Frihedsbrevet vísir á, so kemur trýst frá ymiskum síðum, og nógv gongur fyri seg handan leiktjøldini.
Í fyrstu syftu verður so eingin broyting í samgonguni. Hetta bendir nógv í ólavsøkurøðuni á, og hetta hava vit eisini fingið upplýst: Tilboðið til Miðflokkin liggur sum skilst ikki á borðinum longur, tó at størri fundarvirksemi er í politiska landslagnum, enn tað annars er hesa tíðina.
Tað er ikki vist, hví trekt varð í land, ella hvør gjørdi tað. Eisini er ivasamt, hvussu heitur Miðflokkurin er uppá at "fara inn og bjarga samgonguni", og um tað var semja í flokkinum um málið.
Sí eisini: Løgmaður er undir vaksandi trýsti í egna flokki
Javnaðarflokkurin og Framsókn tykjast í øllum førum at hava fingið nøkur av "sínum málum" á breddan nú. So er spurningurin, hvussu støðan fer at síggja út, tá ymisku týðandi málini eftir ætlan koma fyri út á heystið.
Dagført: 12.19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald