2025-12-13 10:47
Jólaskipsvitjanin, sum skuldi vera í Havn seinnpartin í dag, er útsett.
Tað boðar Tórshavnar kommuna frá.
Jólaskipið við jólamonnunum skuldi leggja at í Vágsbotni klokkan 16, men vegna veður kemur einki jólaskip á Havnina í dag.
Nærri kunning um, nær tiltakið verður, kemur seinni, skrivar kommunan.
Les eisini: Jólamenninir eru veðurfastir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald