Mentan

Einki jólaskip á Sandi í ár

Borgarstjórin hevur í samráð við koronuráðgevingina tikið avgerð um, at tiltaki við jólaskipinum á Sandi verður avlýst

2021-12-23 11:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sandingar taka trúliga ímóti jólaskipinum á hvørjum ári og eini 300 pakkar eru deildir út til børnini, men í ár verður einki tiltak.

Borgarstjórin á Sandi, Heri Sverrason, skrivar í einari fráboðan til sínar borgarar at tey tíverri mugu avlýsa tiltaki í ár.

- Eg havi verið í samráð við koranaráðgevingina fyri at vita um eitt so stórt tiltak kann setast á skinnara, har ein stórur partur er børn sum ikki eru koppsett. Pál Weihe, fermsti koronaráðgevi er í svari sínum sera greiður, hann mælir frá at savna so nógv fólk, hóast tað er úti. Grundin er, at ein stórur partur sum koma til eitt slíkt tiltak er børn og tey eru ikki koppsett, sigur Heri Sverrason, sum eisini hevur prátað við kommunuløknan og heilsufrøðing, sum eisini mæla til at avlýsa tiltakið sum helst savnar eini 700 fólk.

- Grunda á tað ráðgeving eg havið fingið frá fremstu frøðingum, havi eg sum borgarstjóri saman við bygdaráðnum tikið hesa sera tungu avgerð, at avlýsa jólaskipið í ár. Vónandi bera børnini yvir við okkum, sigur Heri Sverrason.

Hann lovar at kommunan fer at skipa fyri einum barna og familjudegi, tá hetta hevur lagt seg.

- Sands kommuna fer tá koronastøðan aftur verður stabil, at at gera eitt tiltak fyri børn. Ein barna og familjudag, tað gleða vit okkum til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder