Innanlands

Einki mál í nátt

Hóast bæði G! Festivalur og Vestanstevna hevur verið um vikuskiftið, hevur verið púra friðarligt í nátt, sigur løgreglan

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-07-14 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur verið væl mannað, bæði á G! Festivalinum, á Vestanstevnuni í Sørvági, og í høvuðsstaðnum. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at fólk hava skikkað sær øgiliga væl, tí einki mál hevur verið í nátt.

Løgreglan hevur lagt dent á fleiri fyribyrgjandi átøk sum at steðga bilum o.a., og hevur hetta eydnast væl.

Í gjár segði løgreglan við Portalin, at tey høvdu varhugan av, at MDMA, sum er eitt grundevni í Ecstacy, var í umferð á G!, og vaktleiðarin sigur í morgun, at narkodeildin hevur verið á G! í hesum sambandi at kanna hetta, men einki mál varð skrásett.

Les eisini: Vandamikil rúsevni í umferð á G!

Vaktleiðarin leggur afturat, at fyriskiparar av bæði G! Festivalinum og Vestanstevnuni, hava gjørt eitt gott arbeiði, og hava teir og samarittarnir allan rós uppibornan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder