Uttanlands

Einki nýval í Ísrael

Eitt uppskot hjá andstøðuni í Knesset um at senda tingið til hús, fall í nátt

Ísraelska tjóðartingið, Knesset (Mynd: EPA)

Ísraelska tjóðartingið, Knesset (Mynd: EPA)

2025-06-12 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt legði andstøðan í ísraelska tjóðartinginum Knesset fram lógaruppskot um at senda tingið til hús, men uppskotið fall.

Uppskotið, sum hevði kunnað slóðað fyri einum nývali í Ísrael, fall við 53 atkvøðum fyri og 61 ímóti.

Í Knesset sita 120 tinglimir, og er harvið neyðugt við 61 atkvøðum fyri at samtykkja eitt lógaruppskot, skrivar Ritzau.

Sambært seinastu veljarakanningunum hevði eitt nýval verið endin á sitandi stjórn, sum hevur verið fyri nógvum atfinningum m.a. orsakað av krígnum í Gaza.

Nú má andstøðan bíða eitt hálvt ár við at leggja fram nýtt uppskot um at senda tingið til hús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder