Tey flestu høvdu helst vónað at veðrið fór at verða eitt sindur frægari enn áður spátt, men soleiðis sær ikki út til at vera.
Tað er nógvur vindur av útnyrðingi, og alt eftir hvar tað er í landinum, er tað meira ella minni 15-20 m/s.
Veðurstovan sigur, at vindferðin fer at vaksa sum kvøldið lýðir og umframt regn kann eisini væntast kavaæl. Tað verður upp í 22 metrar um sekundið.
Seint í kvøld minkandi til strúkur í vindi upp í skrið av útnyrðing, 13 til 18 m/s. Skiftandi skýloft og grov æl, møguliga við vátakava ella kava. Hitin millum 2 og 5 stig. Í nátt og í morgin strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skiftandi skýloft og vátakavi ella kava ælingar. Hitin millum -1 og 4 stig.
Næstu tríggjar dagarnar verður eisini ringt veður. Hann minkar eitt sindur og tað verður millum 13 og 18 m/s, segði Hanus Kjølbro í sjónvarpinum fyri løtu síðan.
Sí feskastu veðurforsøgnina her. Har sæst eisini nýggjasta forsøgnin frá Veðurstovu Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald