2018-12-27 09:48
Tað verða eingi serlig líkindi at brenna bál og skjóta fýrverk á nýggjárinum. Tað metir veðurkøni Petur Hans Dahl.
Í samrøðu við útvarpið í morgun greiddi veðurkøni sjómansskúlalærarin frá, at tað verður vindur og lágætt fyri tað mesta tað, sum eftir er av hesum árinum.
Mánadagin, nýggjársaftan verður ættin útsynningur upp í vestan 12 til 16 metrar um sekundi og regn ella ælaveður.
Eisini leygardagin verður nógvur vindur, 8 til 15 metrar, og avfallið kann koma sum vátakavi ella kavi, metir Petur Hans Dahl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald