Innanlands

Einki telefonsamband í fleiri bygdum í Norðoyggjum

Kaðalslit ger, at tað ikki er gjørligt at samskifta umvegis fartelefonnet, fastnet ella internet í Árnafirði, Norðdepli, Hvannasund, Viðareiði, Svínoy og Fugloy. Tá brekið er klárt at umvæla, verða tunlarnir Norður um Fjall stongdir eina løtu

2022-12-30 14:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan boðar frá, at kaðalslit er í Norðuroyggjum, og tí er ikki gjørligt at samskifta umvegis fartelefonnet, fastnet ella internet í økinum, Árnafjørður, Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði, Svínoy og Fugloy.

Tá klárt er at umvæla brekið, verða tunnlarnir Norður um Fjall stongdir. Nærri verður kunnað, tá klárt er at fara undir umvælingarnar, sigur løgreglan.

Ferðandi verða biðin um at kunna seg um koyriviðurskiftini áðrenn farið verður norðeftir.

Gevið gætur, at fólk kunnu vera til arbeiðis nær við landsvegin. Vísi tí varsemi, tá koyrt verður í økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder