Tórshavnar býráð samtykti í gjár, at Tjóðleikhúsið ikki skal byggjast á Eystaru bryggju í Havn.
Tað var eitt uppskot um at finna aðra staðseting til Tjóðleikhúsið enn Eystara havnarøki frá Kára Johansen, sum varð samtykt.
Fyri atkvøddu Anfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Súsanna Olsen og Birgir Nielsen.
Elsa Berg sum verður borgarstjóri 1. januar atkvøddi saman við Jákupi Dam, Anniku Olsen og Gunvør Balle ímóti.
Komandi borgarstjórin skeyt upp, at beina málið aftur í nevnd. Tað uppskotið fall.
Tað var í mars 2021, at ein dómsnevnd kom fram til, at Tjóðleikhúsið skuldi staðsetast á Bursatanga - á markamótinum millum bý og havn. Hetta var eisini nakað sum býráðið einmælt samtykti 27. januar 2022.
Nú vil býráðið so kortini ikki hava Tjóðleikhúsið á Eystaru bryggju.
(Mynd: Landsverk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald