2019-02-14 08:54
Landsverk ávarar um nógvan vind á trimum støðum í morgun. Tí verður heitt á bilførarar um at ansa sær á hesum støðum.
Á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum er skrið og í hvirlunum upp til 34 m/s. Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er eisini skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s. Og á Gøtueiði er stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 28 m/s.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald