12. til 14. mai fer Visit Sandoy at skipa fyri einum átaki í Skúvoy í samstarvi við Ramsar nevndina, Skúvoyar kommunu og hagastýrislimir. Hetta verður líknandi “Closed for Maintenance”-átakinum, ið Visit Faroe Islands skipar fyri á hvørjum árið.
Átakið verður tó bert við føroyingum, og í hesum sambandinum hava øll í Føroyum møguleika at luttaka, og veita eina hjálpandi hond.
Visit Sandoy syrgir fyri undirhaldi, mati og gisting, men um luttakarar hava hús at gista í, so eru tey sjálvandi vælkomin at nýta tey í staðin. Byrjað verður fríggjakvøld, og heldur fram til sunnudag seinnapart, tó verður ikki arbeitt í kirkjutíð.
Hagastýrini siga frá, at ferðavinnan í Skúgvi er nógv vaksin hesi seinastu árini, og tað er at fegnast um, men hetta kann skapa lokalar avbjóðingar, sum tey mugu fyrihalda seg til.
Í ár verður Sandoyartunnilin latin upp fyri almennari ferðslu, og í hesum sambandi verður farleiðin til Skúvoyar stytt, so tað einans tekur 20 minuttir at koyra úr Havn út í Støð á Sandi, har Sildberin liggur.
- Væntandi fer hetta at hava við sær, at ein munandi størri nøgd av ferðafólki fer at leita sær til Skúvoyar, nú ferðaumstøðurnar vera so nógv broyttar til tað betra. Tí ynskir oyggin at vera væl fyrireikað til at taka ímóti vitjandi, sigur Ólavur í Skipagøtu.
Hetta skal vera eitt samansjóðandi tiltak, har tey luttakandi í felag fara at røkja gøturnar, og í tráð við Ramsarsáttmálan skapa nøktandi karmar til oyggjafólk, fuglalívið og ferðandi.
Ætlanin er at seta skeltir upp, merkja gøtur og samstundis gerða eitt hugnaligt uppihaldsøki í bygdini til gleði fyri øll.
Fá meira kunning á heimasíðuni hjá Visit Sandoy.
Luttøkugjald á 100 krónur verður kravt av skattligum orsøkum. Freistin at tilmelda seg 8. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald