Tað er ikki bert í Føroyum, at vit hava gramt okkum um vánaligt veður í summar. Í Íslandi er sama skili, um ikki verri. Eitt nú hevur lufttrýstið ikki verið so lágt nakrantíð síðan mátingarnar byrjaðu í 1820, skrivar Ríkisútvarpið.
Hitin hevur ligið undir miðal so at siga alt summarið, serliga har norðuri og har vesturi, meðan tað hevur verið nakað heitari á Eysturlandinum.
Eisini hevur avfallið verið nógv. Í Grundarfirði á norðurstrondini á Snæfellsnesi var sett met fyri juli, har tað regnaði 227 millimetrar í eitt samdøgur.
Eisini august var vátur, um enn ikki tann vátasti í søguni, sigur sigur veðurfrøðingurin Einar Sveinbjørnsson við RÚV.
Men tað mest undrunarverda er, hvussu lágt lufttrýstið hevur verið síðan miðskeiðis í juli.
- Lufttrýstið hevur ikki verið lægri síðani mátingarnar byrjaðu, og tær ganga tvær øldir aftur í tíðina. Lægsta trýstið var mált á eini sjálvvirknari støð í Vestmannaoyggjum, 972,4 hektopaskal, greiðir veðurfrøðingurin frá.
Summarið í ár hevur eisini verið tað kaldasta í Íslandi síðan 1993, tá summarið var óvanliga vánaligt í Íslandi. Bøndur hava – eins og herheima – havt stórar avbjóðingar við at fáa hoyggið inn. Miðalhitin í Reykjavík var undir tíggju stig, skrivar RÚV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald