Tveir guitarar, ein bassur og vælkenda røddin aftan fyri sangir so sum ‘Oh My Lady’, ‘True Love In A Way’ og ‘Oh Brother With The Broken Wing’ vera at hoyra í páskavikuni; nevniliga mikukvøldið 31. mars, tá Lena Anderssen trínur á pall saman við Niclas Johannesen á guitar og Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum.
Lena hevur seinasta árið lagt síðstu hond á komandi útgávuna ‘State of the Land’.
Júst tann sangurin, umframt lagið ‘Aimee’, komu út í fjør og førdi hetta eitt nú við sær, at Lena var kosin “Artist of the Week” á BBC Radio í Norðurírlandi.
Lena fer hetta kvøldið eisini at framføra onnur løg av komandi útgávuni, umframt sangir úr hennara eftirhondini stóra sangskatti frá útgávum so sum ‘Eagle In The Sky’, ‘Letters From The Faroes’, ‘Let Your Scars Dance’ og ‘Can’t EraseIt’.
Avmarkað atgongd sambært almennu tilmælunum. Atgongumerki kunnu keypast á torsgota.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald