Í apríl mánað í fjør bjóðaði Teitur Lassen dønum til felagssang á Velbastað við lagnum “Regnvejrsdag i november”.
Tá var tað í vøkrum sólsetri uppi á takinum, har Teitur býr á Velbastað, men í kvøld var hann aftur upp á spæl, tá Danmarks Radio sendi felagssang í sambandi við at eitt ár er síðani, at Danmark stongdi.
Í kvøld var takið skift út við Panorama á Hotel Hafnia, og við sær hevði Teitur Lassen eisini tónleikararnar Benjamin Petersen, Torleik Mortensen og Per Ingvald Højgaard Petersen.
Beint áðrenn sett var yvir til Føroya, var tað Pia Raug, sum hevur gjørt sangin “Regnvejrsdag i november”, sum framførdi júst sama sang, so Teitur og hansara menn bara kundu syngja víðari.
Tað var týðiligt at Pia Raug dámdi útgávuna av sínum sangi, bæði hana í fjør og í ár.
Framførslan av Panorama sæst omanfyri, og øll sendingin “Fællessang - hver for sig: Et år efter” sæst her.
Niðanfyri sæst framførslan í fjør:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald