Innanlands

Eitt ár síðani føroyingar keyptu inn í panikki

Vesipappír og aðrar neyðsynjararvørur vóru skræddar av hillunum og langar bíðirøðir vóru við allar kassarnar

Bónus 11. mars 2020

Bónus 11. mars 2020

2021-03-11 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er í dag eitt ár síðani at Danmark stongdi. Nógvir føroyingar fylgdu við tíðindafundinum, tá forsætisráðharrin Mette Frederiksen boðaði frá hesum, og eins og í Danmark, so vóru tað nógvir føroyingar sum í panikki fóru at keypa vesipappír og aðrar neyðsynjarvørur eitt púra vanligt mikukvøld í mars.

Hóast ikki í líka stóran mun sum í Danmark, so var týðiligt at fólk panikk-keyptu. Nógv vesipappír var farið av hillunum, og bíðirøðirnar vóru langar við allar tríggjar kassarnar, kundi Portalurin staðfesta hetta kvøldið.

Hetta var sum skilst eisini støðan í øðrum matvøruhandlum í landinum sama kvøld.

Løgmaður sissaði føroyingar á tíðindafundi í Tinganesi dagin eftir, og segði at tað var ríkiligt av mati í Føroyum, um nakar ivaðist.

- Lagrini eru full, so farið ikki út og leggi vørur inn undir tykkum, segði løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder