Sunnudagin 15. februar er eitt ár farið, síðan stórhøllin við Tjarnir lat dyrnar upp, og seinasta árið hevur høllin verið karmur um nógv tiltøk innan bæði ítrótt og mentan.
Í sambandi við ársdagin letur Hoppilundin upp við Tjarnir frá klokkan 14 til 18 hendan dagin, og tað verður ókeypis atgongd, skrivar Við Tjarnir í tíðindaskrivi.
– Hoppilundin varð fyrstu ferð roynd 15. november í fjør. Bæði børn og vaksin tóku sera væl ímóti nýggja møguleikanum. Í Hoppilundinini er møguligt hjá børnum at stytta sær stundir í forvitnisligu hoppiborgunum, og hevur onkur hug til okkurt meira róligt, ber eisini tll at spæla mini golf.
Umframt Hoppilundina hava sølubúðirnar eisini opið, so tað ber eisini til at hugna sær við poppkorn, candyfloss og blandaðum bommum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald