
Tað var í november 2024, at ein maður leyp á ein annan í Skálafirði - við knívi.
Tann órættaði slapp við lívinum, meðan hin, ein 32-ára gamal maður við uppruna í Filipsoyggjunum, varð varðhaldsfongslaður fyri drápsroynd.
Hann hevur síðani sitið í varðhaldi, og í dag fall dómur í Føroya Rætti í málinum.
Sambært Kringvarpinum eitur dómurin treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár, umframt at persónurun skal vísast av landinum. Hetta er fyri:
- Serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá løgregluni, hevur sagt, at eitt ár er umleið tað, sum ákæruvaldið kravdi fyri brotsverkið.
Tað kundi prógvast - millum annað við vakmyndatóli - at 32-ára gamli maðurin hevði lagt hetta til rættis. Millum annað við at keypa knív, kikara og eina tasku.
Dømdi maðurin noktar seg tó sekan í málinum, sum nú verður skotið inn fyri landsrættin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald