Innanlands

Eitt av bestu árunum hjá Kanjon

Kanjon Sp/f hevði avlop í 2024 upp á 9,7 mió.kr.

Kanjon stendur millum annað fyri byggingini av nýggja hotellinum í Klaksvík, KG, um skal standa liðugt á vári 2026 (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

Kanjon stendur millum annað fyri byggingini av nýggja hotellinum í Klaksvík, KG, um skal standa liðugt á vári 2026 (Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2025-06-01 21:40 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Talan er um eitt av bestu árunum hjá Kanjon, sum hevur haft stórt byggivirksemi runt í Føroyum í 2024.

Kanjon er størsta byggifyritøka í Norðoyggjum og eisini ein av størstu byggifyritøkunum í Føroyum.

Byggivirkið Kanjon var sett á stovn í 1967 av Jóhannes og Kjartan Hansen.  Kjartan Hansen yngri, sonur ein av uppruna eigarunum keypti fyritøkuna Kanjon í 2006, og hevur átt og rikið hana síðani.

Kanjon heldur til á Skarðhamri í Klaksvík, men arbeiðið hjá byggifyritøkuni fevnir um allar Føroyar. 

Raksturin í 2024
Samlaða sølan hjá Kanjon er ikki upplýst, men bruttovinningurin hjá Kanjon vaks úr 58,3 mió.kr. í 2023 til 71,9 mió.kr. í 2024. Vøksturin í bruttovinninginum var heili 13,6 mió.kr. ella 23 prosent.  

Starvsfólkakostnaðurin í 2024 var 54,8 mió.kr., sum er 8,4 mió.kr. ella 18,1 prosent hægri enn í 20203  Starvsfólkatalið var í 2024 samanlagt 95 ársverk.

[object Object]

Rakstrarúrslitið áðrenn avskrivingar, eisini nevnt ebitda, var 17,1 mió.kr. í 2024, móti 11,9 mió.kr. í 2023. Vøksturin var tí 5,2 mió.kr. ella 44 prosent.

Árið 2024 gav eitt ársúrslit á 9,4 eftir skatt, sammett við 6,3 mió.kr. í 2023. Talan er um næstbesta úrslit hjá Kanjon nakrantíð.

Aðalfundurin hevur samtykt at luta 1,5 mió.kr. av ársúrslitinum út sum vinningsbýti til eigararnar.

Kanjon Sp/f er síðstu árini vaksin til at verða ein rímuliga stór byggifyritøka í Føroyum, og er í dag triðstørsta byggifyritøka í Føroyum, tá hugt verður eftir bruttovinningi, starvsfólkakostnaði osv. Um mált verður eftir eginpeninginum og fíggjarligu styrkini í 2024, so er Kanjon næst størst.

Fíggjarstøðan 2024
Samlaða fíggjarstøðan hjá Kanjon í 2024 var 120,4 mió.kr. í mun til 81,5 mió.kr. í 2023, sum er ein vøkstur á 48 prosent.

Serliga er tað ogn í umferð sum er økt heilar 38,8 mió.kr. ella 78 prosent.

Gjaldførið hjá felagnum var gott í 2024, har ið tøki peningurin var 18 mió.kr. og lyklatalið gjaldførislutfall var 176 prosent, sum verður mett at vera gott.

[object Object]

Eginognin hjá Kanjon Sp/f var við árslok 2024 í alt 53,2 mió.kr. sammett við 44,4 mió.kr. í 2023.  Trygdarlutfallið, sum er eginpeningur í mun til samlaðu ognir var 44,6 prosent í 2024 sammett við 37 prosent í 2023. Tískil er fíggjarliga styrkin økt munandi hjá felagnum í 2024.

Langfreistaða skuldin hjá felagnum var 9,4 mió.kr. í 2024 sammett við 8,6 mió.kr. í 2023.

Stuttfreistaðaða skuldin hinvegin er økt við 27,4 mió.kr. til í alt 50,2 mió.kr. í 2024.

Samanumtikið má tí staðfestast at Kanjon Sp/f hevur haft eitt gott rakstrarúrslit í 2024, lønsemið hevur verið nøktandi og felagið er væl fyri fíggjarliga við einum nøktandi trygdarevni og góðum gjaldføri.

[object Object]Kjartan Hansen (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Høvuðspartaeigari av Kanjon Sp/f er Kjartan Hansen í Klaksvík.

Stjóri í Kanjon Sp/f er Kjartan Hansen.


--

[object Object]

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen og ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f, www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder