2025-03-13 20:16

- Tað er helst tíðarspilla at ummæla hesa guðsjammerligu fusk-útgávu, skrivaði ein lesari í bløðunum, tá yrkingasavnið "Libido" eftir ein, ið rópti seg HOT, kom út í 1972 á egna forlagið høvundans, Semper Ardens.
Handan forlagið og handan navnið HOT fjaldi seg studdentaskúlanæmingurin, nú vinnulívsmaður og íverksetari, Johan Mortensen.
28 A4-ørk, klipsað saman, við tape um ryggin, summi ørk ljósareyð, eitt blátt, tekstur við skrivimaskinu-skrift, á skák ella upp og niður, reglurnar summastaðni skrivaðar fleri ferðir oman á hvør aðra og meststum ógjørligar at lesa. Og leitaði tú eftir náttúrulýsingum í hesum yrkingunum, var ikki nógva at finna, bara vendingar sum "veldigt veður blam de lam / lekkirt landslag blam de lam".
- Libido var - og er framvegis - tað mest sermerkta og "øðrvísi" yrkingasavnið, ið er komið út á føroyskum. Tað er ikki ov mikið sagt, at Libido er Føroya einasta veruliga "underground"- og kult-yrkingasavn.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/03/13/gallery-thumbnail/17418874236ug2yilzlv.webp)
Sumt í savninum kann kanska sigast vera "barn av síni tíð", men barnið er kompromisleyst, og tað er akkurát líka sprelllivandi, nú tað fyllir 53, sum tá ið tað kom í verðina.
Bókin varð á sinni bara prentað í 100 eintøkum, og hevur verið útseld í gott 50 ár.
Nú hevur forlagið Asfalt hjá Hugini Eide, bókavørði og forleggjara, við stuðli frá Mentanargrunni Landsins, latið prentað bókina uppaftur í fotografiskum endurprenti. Tað er við eftirorði eftir Berg Djurhuus Hansen, lektara.
Hendan nýggja útgáva verður løgd fram í Sirkus í Vágsbotni í Havn týskvøldið 18. mars klokkan 20.00. Har fer Bergur Djurhus Hansen at siga nøkur orð, og møguligt verður at ogna sær hesa nýggju útgávuna - afturvið tónleiki frá umleið 1970.
Libido, 2. útgáva, verður at fáa í bókabúðunum frá mikudegi 19. mars. Hon er prentað í 200 eintøkum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald