Innanlands

Eitt klipp og ein treytað frádøming

Tá løgreglan kannaði ferðsluna í Eysturoynni fyrrapartin í gjár, varð ein bilførari tikin fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi, og ein varð tikin fyri at koyra ov skjótt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-18 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna við Norðskála og Oyrarbakka.

Kannað varð m.a., um bilførarar koyrdu ávirkaðir. Ein rúgva av bilum vórðu steðgaðir millum klokkan umleið 10 og 11.30, men eingin var tikin fyri at koyra ávirkaðir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tvey mál vórðu kortini skrivað.

Ein bilførari varð tikin fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi, og tað gevur eitt klipp í koyrikortið.

Ein annar bilførari fekk treytaða frádøming fyri at koyra munandi skjótari, enn loyvt er. Viðkomandi koyrdi 87 kilometrar um tíman í einum øki, har mest loyvda ferðin er 60.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder