Innanlands

Eitt lúsa ruskílat

Vinnudagurin: “Eitt lúsa ruskílat - frá hype til handilsmenning” er heitið á fyrilestrinum hjá Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe

2018-09-17 16:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Eitt lúsa ruskílat - frá hype til handilsmenning” er heiti á fyrilestrinum, sum íverksetin og stjórin í DropBucket hevur á Vinnudegnum í komandi viku. 

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe gjørdist kend í Føroyum í 2012, tá hon og ein lestrarfelagið uppfunnu DropBucket. Skjótt varð greitt, at DropBucket var ein vøra, sum varð eftirspurd, og tær vunnu fleiri prísir innan íverksetan og sniðgeving. 

Á Vinnudegnum fer Heiða at tosa um vørumenning og innovatión, og hvørja ávirkan tað hevði á teirra fyritøku at vinna RedDot Design Award, sum er heimsins fínasti heiður fyri sniðgeving. Somuleiðis snýr fyrilesturin seg um týdningin av at verja egið snið og um teirra umfatandi rættarmál ímóti handilsketuni Bones. Um handilsmenning, at økja virksemið í einari lítlari fyritøku og at víðka virksemi til onnur lond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder