Innanlands

Eitt søguligt føroyskt fyl er folað – í Danmark

Fylið vekir nýggja vón fyri álvarsliga hótta føroyska rossinum

2025-06-12 21:20 Author image
Innsent
placeholder

Eitt heilt serligt fyl er beint nú folað í Danmark – og tað kann fara at bjarga einum av heimsins allar sjáldsamastu rossasløgum.

Fyri fyrstu ferð í meira enn hundrað ár er eitt føroyskt fyl folað uttan fyri Føroyar. Hetta er at rokna sum eitt skarvslop fram á leið áhaldandi at verja hendan lítla og álvarsliga hótta rossastovn. Í dag eru bert 83 føroysk ross til í heiminum, og inntil nú vóru øll einans í Føroyum.

Seinastu árini er talið av føroyskum rossum bara fallið. Hóast alararnir stríddust eitt tógvið stríð fyri at bjarga rossastovninum frá at verða avoyddur í 1960'unum, hava teir nú enn eitt stríð at stríða, tí tað eru rætt og slætt ov fá fólk í Føroyum, sum kunnu taka ímóti hesum rossum. Alt ov fá fyl verða seld, og tað hevur hent seg, at tað hevur verið neyðugt at taka sunn og røsk ross av, tí eingin var at taka sær av teimum.

Kreativ loysn upp á ein vaksandi trupulleika

Loysnin upp á hendan trupulleikan kundi verið einføld: At loyvt útflutningi, so rossini kundu átt heima í útlondum. Men av tí at ross, sum eru folað í Føroyum, ikki kunnu fáa rossapass, kunnu tey ikki flytast lógliga av landinum. Eingin lóg beinleiðis bannar útflutningi av rossum úr Føroyum, men ítøkiligi trupulleikin er vantandi lógarkarmurin, sum krevst, til at skriva út rossapass til ross, som eru folað í Føroyum.

Hetta hevur gjørt ein tronga í gongdini at laga umstøðurnar, so slagið hórar undan. Hóast áhaldandi áheitanir á landsins politikarar um at loysa trupulleikan, er ein løgfrøðilig loysn enn ikki klár at seta í verk.

[object Object]

Tí hevur Felagið Føroysk Ross (FFR), sett eina framsøkna verkætlan í verk. Felagið hevur flutt íslendskar ryssur, sum er næst skyldar við føroyska slagið, til Føroyar úr Danmark og brúkt tær sum burðarryssur. Gitin egg úr føroyskum rossum vórðu sett í ryssurnar, og tá tað var staðfest, at tær vóru kvidnar, vórðu tær fluttar aftur til Danmarkar.

Fýra av átta ryssum vórðu kvidnar – og nú er tað fyrsta fylið folað í Danmark. Og tí fylið er folað í Danmark, kann tað fáa eitt rossapass og við tí eina framtíð á øðrum stað enn í Føroyum.

Samstarv og vísindi

Hendan verkætlanin kom ikki burtur úr ongum. Síðani 2012 hava Búnaðarstovan og FFR samstarvað tætt við NordGen, norðurlendska ílegutilfeingismiðstøðina, sum stuðlar varðveitslu av sjáldsomum djórum og upprunadjórasløgum í øllum Norðurlondum. NordGen hevur havt ein týðandi leiklut í at skjalfesta slagið, standa fyri ílegugranskingini, og menna langtíðar strategiir, fyri at tryggja, at rossaslagnum er lív lagað.

Í 2024 gav NordGen eina víðfevnda virkisætlan út fyri føroyska rossið, við uppritum til tær mest týðandi arbeiðsætlanirnar so sum stovnsvøkstur, handfaring av innannøring, og nýtslu av nøringartøkni, íroknað embryoflutningi, fyri at víðka stovnin uttan fyri Føroyar.

- Framúr góðu úrslitini beint nú eru eitt beinleiðis úrslit av ætlanini og eitt týðiligt tekin um, at virkisætlanin er rætt løgd. Tað ljóðar kanska ikki av nógvum, men hetta er eitt týðandi frambrot, sigur Maria Kjetså, sum er royndur granskari á húsdjóradeildini á NordGen.

Av alstórum týdningi

Við passi kann hetta fylið nú ferðast lógliga, verða selt, og soleiðis hjálpa til við at stovna nýggjar flokkar av føroyskum rossum uttan fyri Føroyar. Hetta kann verða ein kollvelting fyri framtíðina hjá rossinum.

Føroyska rossið er av lítlum, knáum og søguliga sæð týdningarmiklum slag, sum hevur livað í Føroyum í øldir. Men avbyrgingin úti á fjarum oyggjum ber í sær týðandi vandar – frá farsóttum til náttúruvanlukkur – sum skjótt kunnu avoyða alla skipanina.

Tí er tað umráðandi, at rossaslagið eisini kann liva uttan fyri Føroyar. Hetta fylið, sum er tað fyrsta veruliga fetið á leiðini til at skapa eitt annað heim fyri slagið, tryggjar, at slagið livir áfram komandi ættarliðini og varðveitir soleiðis hendan heilt serliga norðurlendska fong, so hann ikki er burtur fyri altíð.

- Hetta er ein søguligur dagur fyri føroyska rossið, sigur Signa Kallsoy Ravnafoss, forkvinna í Felagnum føroysk Ross.

- Á fyrsta sinni kunnu vit skapa eina framtíð fyri hetta sermerkta rossaslag – ikki bara í Føroyum, men í allari verðini.

Afturat hesum fylinum væntast tvær ryssur afturat at fola í Danmark sum avleiðing av embryoverkætlanini, meðan tólv fyl eru væntandi í Føroyum í ár. Tað er methøgt tal av fylum av føroyska slagnum. NordGen og FFR hava ætlanir um framhaldandi at arbeiða saman og gagnnýta gransking, útbúgving og nýggj amboð til at verja og víðka føroyska rossastovnin.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder