Innanlands

Eitt stig mótvegis føroyskari frálandakaving

Eitt toymi av føroyskum kavarum eru farnir undir at eftirútbúgva seg í kaving við luftveiting frá vatnskorpuni

2019-06-23 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, leygardagin tók eitt toymi av føroyskum vinnukavarum fyrsta stigið mótvegis at kunna bjóða seg fram at veita frálandavinnum kavaratænastur.

Vinnukavararnir eru nevniliga farnir undir at eftirútbúgva seg í kaving við luftveiting frá vatnskorpuni. Tað skrivar Faroe Dive í kunningarskrivi.

Á myndini sæst ein av kavarunum taka seg upp á land eftir eitt væleydnað innleiðslukav við hjálmi og luftslangu.

Kavingin leygardagin varð avgreidd útfyri sleiðistøðini í Klaksvík og fingu kavararnir seg royndar við nýggjari útgerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder