Mentan

Eitt stríð millum siðbundnan og nýmótans kristindóm

Bergur Rønne Moberg, lektari í bókmentum greiddi frá ætlanini um krossin á Høganesi í sending á donsku útvarpsrásini P1

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-04-14 18:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ikki bara í Føroyum, at málið um stóra krossin á Høganesi hevur verið umrøtt, eisini danir hava hoyrt um ætlanina um 17 metrar stóra listaverkið hjá Tróndi Patursson.

Í sendingini Tidsånd á donsku útvarpsrásini P1, greiðir Bergur Rønne Moberg, Ph.d.og lektari í bókmentum á Føroyamálasdeildini, frá ætlanini um Krossin, sum varð slept í farnu viku.

Hann greiðir frá, at hann heldur kjakið um krossin hevur víðkað kjakið um kristindómin í Føroyum.

– Mann sær, at í dag er tað ikki eitt stríð millum kristindómin og ikki-kristindómin. Vit hava heldur eitt stríð millum siðbunda slagið av kristindómi og eitt meira nýmótans slag av kristindómi, sigur hann.

Hoyr samrøðuna við Bergur Rønne Moberg her (44 minuttir inni í sendingini).

Sendingin er frá sunnudegnum, og samrøðan varð gjørd áðrenn ætlanin um krossin var slept.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder