![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað er nú eydnast fyriskiparunum av Tórsfest, at fáa Eivør at framføra á árligu summarveitsluni beint fyri ólavsøku.
Tórsfest skrivar í tíðindaskrivi í dag, at áhoyrarar í fleiri hava umbiðið hana, og nú bar til. Eivør er uttan iva millum føroya fremstu tónlistafólk. Longu sum blaðung varð tað greitt, at her var ein songkvinna, sum ikki var sum hinar. Hon er so gávað, at hon telist millum tær bestu í heiminum. Rødd hennara er so ófatiliga rein og klár, og hon kann fúka upp í hæddirnar, umframt at dykka niður í ein myrkan klang. Og so er Eivør eisini óvanliga dugnalig at smíða løg. Tónleikur hennara er sera væl dámdur, og risahittið “Trøllabundin” hevur heilar 31 milliónir spælingar á Spotify.
Í fjør lat Eivør úr hondum útgávuna “Enn”. Útgávan spennur tónleikaliga víða, men í miðdeplinum er sveimandi røddin hjá Eivør. Danski tónleikamiðilin Gaffa skýrdi útgávuna at vera eitt meistaraverk, og Distorted Sound Magazine gav útgávuni 9 av 10 møguligum. Umframt at geva út tónleik í egnum navnið, er Eivør eisini virkin innan filmstónleik og at leggja songrødd til telduspøl.
Har Eivør framførir, har hugtekur hon. Í fjør leiddi tónleikur hennara hana allan vegin til Avstralia, og í skrivandi løtu er hon á turné í Amerika og Kanada.
Tórsfest verður risastórt í ár. Frammanundan er longu greitt, at Gavin DeGraw eisini fer at framføra á Tórsfest, og fleiri stór nøvn verða kunngjørd í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald