Innanlands

El-rennihjól kunnu ikki nýtast í ferðsluni

Hetta staðfesti Føroya Rættur, tá støða skuldi takast til eitt mál, har ein persónur var ákærdur fyri at hava koyrt á almennum vegi á el-rennihjól, sum ikki var skrásett ella tryggjað

- Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, m.a. í §§ 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging. Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri

- Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, m.a. í §§ 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging. Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri

2023-06-14 09:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Spurningurin um, hvørt el-rennihjól kunnu nýtast á almennum vegi í Føroyum, hevur fleiri ferðir verið umrøddur. Hetta skrivar Føroya Politi í dag.

- Føroya Politi hevur áður kunnað um, at metingin hjá politinum er, at av tí at el-rennihjól ikki kunnu skrásetast sum motordrivin akfør, sum er krav í ferðslulógini, kunnu tey ikki lógliga koyra á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri. 

Kjak, og nakað av ivamálið hevur verið millum fólk um, hvørt tað er/skal vera lógligt at nýta hetta serliga akfari í Føroyum. Breytir eru ikki beinleiðis til tað.

Spurningurin um el-rennihjól gjørdist ítøkiligur í rættinum. Sambært Føroya Politi fekk Føroya Rættur høvi til at taka støðu til í einum ítøkiligum máli, har ein maður var ákærdur fyri at hava koyrt á almennum vegi á el-rennihjóli. Talan var el-rennihjól, sum ikki var skrásett ella ábyrgdartryggjað. 

- Niðurstøðan hjá Føroya Rætti er, at el-rennihjól eru motordrivin akfør, sum eru gjørd til fólkaflutning, og at tey tí skulu lúka treytirnar í ferðslulógini, m.a. í §§ 11 og 55 um skráseting og ábyrgdartrygging. Av tí at el-rennihjól ikki lúka treytirnar fyri skráseting ber ikki til at nýta el-rennihjól á øki, sum ferðslulógin er galdandi fyri.

Staðfest varð tí, at hetta ikki var lóglig nýtsla. Tí varð brotið revsað við sekt, og hervið er eitt fordømi sett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder