Innanlands

Elding Business yvirtekur virksemið hjá Winthers Heilsølu

Nú Herman Winther letur sítt virksemið yvir til Elding Business, hevur hann haft handilsvirksemið í heili 58 ár, harav 38 ár við heilsøluvirksemi

2023-01-04 14:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Winthers Heilsøla hevur verið kend fyri at umboða ymiskar handilsvørur kring allar Føroyar í 38 ár. Millum vørurnar kunnu nevnast: knívahvessarar, handskar, amerikanskar -steikigrýtur, desinfector v.m.

Nú Herman Winther letur sítt virksemið yvir til Elding Business, hevur hann haft handilsvirksemið í heili 58 ár, harav 38 ár við heilsøluvirksemi.

Tað verður Fanny Winther Eiriksfoss, ommu- og abbadóttur Turid og Herman Winther, sum framyvir vegna Elding Business fær høvuðsábyrgdina at umboða og selja vørurnar, sum Winthers Heilsøla umboðaði.

Kundar hjá Winther Heilsølu eru framyvir vælkomnir at seta seg í samband við Elding Business ella koma inn á gólvið í framsýning okkara á Smiðjugerði 3 í Havn.

Elding Business takkar Turid og Herman Winther fyri teirra stóra arbeiðið og trúfest síðstu árini og takkar fyri vísta álitið, at Elding Business kann umboða og selja vørurnar víðari framyvir.

Móttøka verður í hølunum hjá Elding Business, fríggjadagin 6. januar frá kl. 14-16.

Møguleiki er at heilsa uppá Turid og Herman Winther umframt starvsfólkini hjá Elding Business.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder