Mentan

Eldrakort og vikukalendari til eldri borgarar í Vágs kommunu

Í farnu viku skipaði kommunan fyri eldradegi í Garðslon

2021-10-04 13:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs Kommuna skipaði fyri eldradegi í Garðslon í hósdagin í farnu viku. Grundarsteinurin á degnum og í fyrireikingunum var ABC fyri sálarligaheilsu, sum Vágs Kommuna samstarvar við Fólkaheilsuráðið um.

Luttøkan var sera góð, har okkurt um 65 borgarar møttu upp. Dagurin byrjaði við, at borgarstjórin, Bjarni Johansen, bjóðaði øllum vælkomin. Borgarstjórin kom inn á tað fjøltáttaða virksemi sum er í kommununi og sum er ætlað eldru borgarunum.

Vágs Kommuna hevði gjørt ein vikuálmanakka til dagin, og hesin var deildur út til tey uppmøttu. í vikuálmanakkanum sæst eitt yvirlit yvir ymiska virksemi í kommununi, nær og hvar hesi fyriganga.

Borgarstjórin gav eisini út eitt eldrakort, sum er til allar borgarar í kommununi, sum eru 60 ár og eldri. Eldrakortið er eitt fríkort, sum kann brúkast í Páls Høll fram til ársenda. Við eldrakortinum kunnu eldru borgararnir svimja ókeypis í Páls Høll.

Eftir borgarstjóran kom Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. Magni Mohr greiddi frá, at tað var heilsugott hjá eldri fólkum at verða virkin í gerandisdagnum, t.d. at at gera fimleik og vera sosial. Magni greiddi frá, at virkni kann verða so nógv, eitt nú seyðahald er gott fyri heilsuna.

Umframt brunsj, so sang kórið Orðið á Borðið á eldradagnum.

Vágs Kommuna fer aftur, at skipa fyri einum eldradegi í mars 2022 og eftir ætlan, so verða tveir slíkir dagar um árið, ein um várið og ein um heystið.

Teir borgarar sum eru 60 ár og eldri, sum ikki kundu koma til eldradagin, men sum kundu hugsa sær vikuálmanakkan og eldrakortið, kunnu fáa vikuálmanakkan og eldrakortið í Miðlatúni frá í dag, 4. oktober.

Vágs kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder