Nú støðan við koronasmittuni er versnað munandi í Føroyum, og millum annað starvsfólk á Landssjúkrahúsinum eru rakt av virusinum, er tørvur á fleiri fólkum á ymiskum økjum innan Heilsu- og Almannaverkið.
Les eisini:
Enn eitt starvsfólk á landsjúkrahúsinum rakt av koronavirusinum
Nú er áheitan send til Heilsuskúlan í Suðuroy um, at næmingar har kunnu veita eina hjálpandi hond í millum annað eldraøkinum í størstu kommunu í landinum við at taka vaktir.
Hetta boðar Heilsuskúlin frá í tíðindaskrivi. Undirvísingarstýrið hevur góðtikið áheitanina, ið er send.
Støðan í samfelagnum er heilt serlig í løtuni, skrivar Heilsuskúlu Føroya, ið eins og aðrir skúlar í landinum ikki hevur undirvísing á staðnum í hesum døgum. Næmingarnir taka fjarlestur, og hann verður tillagaður, so at tað verður gjørligt hjá næmingum at taka vaktir. Sambært Heilsuskúlanum verður støðan tikin upp og eftirmett dagliga fyri at tryggja, at næmingarnir eisini fáa nøktandi læring í teirra útbúgvingum.
Í løtuni eru umleið 70 næmingar knýttir at Heilsuskúla Føroya
Í gjár kom fyrispurningur frá eldraøkinum í Tórshavn um at taka vaktir fyri at avlasta verandi skipanir. Onnur økir hava eisini víst á, at tørvur er á hesum, skrivar Heilsuskúlin, ið samstundis boðar frá, at tey sum hava tørv á hjálp, kunnu seta seg í samband við Heilsuskúla Føroya, á telduposti [email protected], og skúlin boðar næmingunum frá.
Les eisini: Nógv vilja hjálpa sjúkrahúsverkinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald