2019-03-26 12:18
Eldur var í einum sethúsum á Toftum í gjár. Løgreglan fekk fráboðanina um hálvgum fimm tíðina í gjár. Í dag verður orsøkin til eldsbrunan kannaður.
- Brandteknikararnir fara norður at kanna sethúsini í dag, verður sagt av løgreglustøðini.
Í gjár varð mett, at eldurin var kyknaður í einum rúmi á loftinum.
Vandi var ongantíð fyri heilsuskaða, tí at eingin var innin í húsinum, tá eldurin kyknaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald