2023-06-11 10:38
Leygardag seinnapart varð boðað frá, at eldur var í einum smábáti í Vestmanna.
Sløkkiliðið og løgreglan komu skjótt á staðið og fingu sløkt eldin.
Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini í Havn, er ikki greitt, hví eldur kom í, men tað verður kannað.
Annars hevur hetta vikuskiftið verið sera friðarligt. Countryfestivalur hevur verið í Sørvági seinastu dagarnar, og har hevur tað sum heild verið friðarligt, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald