2023-03-29 09:05

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum bili á Oyggjarvegnum. Hetta var klokkan 19.50.
Sløkkiliðið kom á staðið eftir fáar minuttir, og tók tað ikki langa tíð at fáa sløkt eldin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Ein persónur var í bilinum, og kom hann út í øllum góðum. Bilurin er vrak.
Sambært vaktleiðaranum er ikki heilt greitt, hví eldur kom í bilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald