2019-02-14 15:30
Fyri løtu síðani var útrykkningur í høvuðstaðnum, og ferðslan við Vestaru Bryggju varð stegðað eina løtu.
Tað sum hendi var, at eldur kom í eina gassfløsku, meðan tað varð skorið jarn á virkinum hjá Vónini. Tá slíkt hendir, er vandi fyri at tað kann koma ein spreinging, men sløkkiliðið gjørdi skjótt av, og fekk sløkt eldin og avmonterað.
Átaksleiðarin hjá Tórshavnar Sløkkiliðið sigur, at fløskan varð koyrd á sjógv, har hon skal køla niður í 24 tímar. Enn er ikki greitt, hví eldur kom í.
Vandin er av, og ferðslan koyrir nú aftur sum vanligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald