Uttanlands

Eldur í handilsmiðstøð í Irak - 61 fólk deyð

Orsøkin til eldsbrunan verður kannað, og mál er reist móti eigaranum av bygninginum

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2025-07-17 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 61 fólk hava latið lív, eftir at eldur kyknaði í einari handilsmiðstøð í irakiska býnum Kut í gjárkvøldið, upplýsir irakiska innlendismálaráðið sambært AP.

Orsøkin til eldsbrunan verður nú kannaður, og úrslitið av fyrstu kanningunum verður almannakunngjørt innan 48 tímar, sigur Mohammed al-Mayyeh, guvernørurin í Wasit-landslutinum, har býurin Kut liggur.

Tey flestu av teimum, sum lótu lív vórðu kvald. 14 av teimum deyðu eru enn ikki eyðmerkt.

Mál er reist móti eigaranum av bygninginum, sum er í fimm hæddum. Hvat hann er skuldsettur fyri, verður ikki upplýst.

Handilsmiðstøðin var nýggj og hevði bert verið opin í eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder