
Beint áðrenn klokkan tíggju fyrrapartin í gjár varð boðað frá eldi í einum húsum í Eysturoynni.
Talan var tíbetur ikki um nakran stóran eld, og gekk tað tí skjótt at sløkkja hann.
Skaðin var bara materiellur, og hildið verður, at tað var ósketni hjá eigaranum, sum er orsøkin til, at eldur kom í, og kann hann fáa eina bót fyri hetta, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Um 19-tíðina í gjárkvøldið var løgreglan eisini boðsend til eini hús í Eysturoynni í sambandi við húsaófrið.
Løgreglan royndi at mekla, men tað endaði við, at tey máttu taka annan partin við sær á løgreglustøðina, men einki mál kom burturúr hesum, leggur vaktleiðarin afturat.
Les eisini: Løgreglan: Tvey ferðsluóhapp – men eingin fólkaskaði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald