2018-06-26 08:48
Í morgun klokkan 5:45 varð boðað frá eldi í einum húsum í vesturbýnum í Havn.
Eldurin varð uppdagaður tilvildarliga, tá ein kvinna kom gangandi fram við húsunum og varnaðist eldin.
Sløkkiliðið og løgreglan komu á staðið og sóu, at eldur var kyknaður í einari sofu í húsunum, sum varð tveitt út gjøgnum vindeygað. Eldurin ikki hevði breitt seg, og tað var gott, tí ein maður lá og svav í einum kamari í húsunum.
Maðurin varð fingin út og sendur til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini hevði hann ikki fingið royk niðurí seg og var ikki komin til skaða.
Løgreglan veit ikki enn, hví eldurin kyknaði í sofuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald