Innanlands

Lidnir at býta málsøkini millum sín

Flokkarnir hava avtalað málsøkjabýtið, og í morgin kemur væntandi tað seinasta uppá pláss í samgongusamráðingunum -

Uttan so okkurt óvænta hendir í morgin, kann Beinir Johannesen kalla seg løgmann í morgin - hetta fyri einari ABC-samgongu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uttan so okkurt óvænta hendir í morgin, kann Beinir Johannesen kalla seg løgmann í morgin - hetta fyri einari ABC-samgongu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-07 23:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í kvøld varð sjávt samgonguskjalið liðugt, og nú er málsøkjabýtið komið uppá pláss.

Harvið vanta bert seinastu snøklarnir, fyri at vit hava eina ABC-samgongu aftur.

Hetta váttar Beinir Johannesen í kvøld fyri Portalinum og FM1.

Hoyr hvat samráðingarleiðarin segði fyrr í kvøld

Ein tíðindafundur væntast at vera seinni í vikuni, har formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum fara at leggja samgonguskjalið fram.

Mikudagin vera vit helst eisini klókari, í mun til hvussu málsøkjabýtið sær út - og harvið eisini hvussu nógv aðalráð vera.

Sí eisini: Meira enn helmingurin vil hava seks aðalráð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder