Uttanlands

Váttað: Vápnahvíld í tvær vikur

USA steðgar álopunum í Iran og í øðrum londum, og afturfyri skal Iran millum annað lata Hormuzsundið upp og lata vera við at útvega sær kjarnorkuvápn

Donald Trump hevur seinastu dagarnar hótt Iran við ógvulisligari álopum enn áður, og amerikanski forsetin hevur ikki verið mjúkur (Mynd: EPA)

Donald Trump hevur seinastu dagarnar hótt Iran við ógvulisligari álopum enn áður, og amerikanski forsetin hevur ikki verið mjúkur (Mynd: EPA)

2026-04-08 01:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einki "helveti brestir á" í Iran í nátt, og ei heldur fer ein heil sivilisatión at doyggja út, sum Donald Trump annars lovaði fyri tólv tímum síðani.

Les eisini: Trump: - Tit hava 48 tímar

Hóttarnir hjá amerikanska forsetanum vera til einkis. Men partvíst hava tær eydnast, tí Iran hevur hildið freistina, sum USA gav: Iran og USA fyri løtu síðani hava gjørt eina avtalu um vápnahvíld.

Avtalan inniber millum annað, at USA steðgar álopunum í Iran og í øðrum londum (Irak, Libanon og Jemen), og afturfyri skal Iran millum annað lata Hormuzsundið upp og lata vera við at útvega sær kjarnorkuvápn.

Eisini skal USA rinda Iran endurgjald fyri at byggja oyðiløgd øki upp aftur. 

At Iran skal lata  Hormuzsundið upp aftur fyri skipaferðslu, við eftirliti, er nakað, sum myndugleikar úr alskyns londum hava mælt til seinastu tíðina.

Talsfólk úr báðum londum hava fyri altjóða miðlum - og á sosialum miðlum - váttað vápnahvíldina, sum í fyrstu syftu er galdandi í tvær vikur. 

Danska TV2 er millum altjóða miðlarnir, sum hava ein beinleiðis blogg um støðuna

Tað var 28. februar, at amerikanskar herdeildir framdu álop á Iran, hetta saman við hermegi úr Ísrael. Tá var iranski leiðarin Ali Khameni millum annað tikin av døgum, og Iran svaraði aftur.

Dagført: 01.12

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder