2026-04-07 18:38
Matur er bílagdur, og fólk sita í ymiskum bólkum.
Summi, millum annað lærarar, rættlesa og reinskriva samgonguskjalið, floksformenninir og onnur sita saman og tosa um málsøkjabýti, meðan summi bara sita og bíða og drekka kaffi.
Samgonguskjalið sjálvt er sum so í pottinum, men tað skal góðkennast av flokkunum aftur. Hetta verður mest sannlíkt í morgin.
So eru tað aðalráðini og sjálvt málsøkjabýti. Hetta kann gerast ein knútur. Annars sær gott út í ABC-samráðingunum, sum vit fylgja víðari.
Tey flestu sita eina løtu afturat - síðani verður byrjað aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald