Innanlands

Eldur í sethúsum í høvuðsstaðnum

Sløkkiliðið varð boðsent, og eydnaðist tað teimum skjótt at sløkkja eldin – Eingin var inni, tá eldurin kyknaði, og skal málið nú kannast nærri

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-02-25 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í morgun varð boðað frá eldi í einum sethúsum í eysturbýnum í Havn.

Sløkkiliðið varð sent á staðið, og eydnaðist tað teimum skjótt at sløkkja eldin.

Tað vóru grannar, sum boðaðu frá eldinum um hálvgum níggju tíðina í morgun. Húsfólkini vóru til arbeiðis, so eingin var inni, tá eldurin kyknaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Nú skal kannast, hvør orsøkin til eldin var.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder