Innanlands

Eldur í sethúsum vísti seg at vera bál

Vága sløkkilið var í nátt boðsent, tá boðað varð frá eldi í sethúsum í Miðvági. Men talan var um bál uttanfyri húsini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-08 18:35 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Klokkan 00.11 í nátt varð Vága sløkkilið boðsent, tí boðað varð frá eldi í sethúsum í Miðvági. Tað skrivar Jn.fo

Men tá sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað seg, at talan kortini ikki var um eld. Onkur var farin at brenna innbúgv uttanfyri húsini. 

Sløkkiliðið sløkti bálið og fór síðani avstað aftur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder