
Sum vanligt var nógv fýrverk sent kring landið í gjár. Gamlaárskvøld varð tó tíbetur ikki merkt av skaðum, ið stóðust av hesum.
Tað komu tó eldur í eini sethús seinnapartin í gjár. Hetta var í Hoyvík, men tað var ikki orsakað av fýrverki.
Vaktleiðarin á løgreglustøðuni sigur, at eldurin kyknaði í einari grýtu. Talan var mest um royk, og Tórshavnar Sløkkilið var skjótt á staðnum á fekk tamarhald á støðuni.
Fráboðanin kom klokkan 14.46, og tjúgu minuttir seinni var alt sløkt. Hóast tað var ógvuliga hált, og umstøðurnar at koma til skjótt ikki vóru góðar, spældi alt lutfalsliga væl av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald